Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIT ELSKA TYKKUM KÍ

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Eftir 0-5 ósigurin í Fuglafirði leygardagin, er mótbrekkan brøtt hjá KÍ at yvirliva í Vodafone-deildini. Bjargingin er tó enn møgulig, um vit vinna allar teir írestandi 4 dystirnar.

Ítróttarliga úrslitið hjá Vodafone-liðnum hjá KÍ higartil í ár er vánaligt – eingin ivi um tað.

Hetta er sera, sera spell, og ógvuliga keðiligt fyri bæði felag, leikarar, venjarar, fjepparar og Norðoyggjar sum heild.

Flaggskipið í Norðoyggjum er í sera stórum vanda fyri niðurflyting út Vodafone-deildini, og tað svíður svárliga.

Viðgerðin av teimum tingunum, sum gingu galin á vøllinum, er sjálvandi í gongd. Frustratiónirnar eru sjálvandi nógvar, og tað er ikki annað enn nátúrligt.

Hinvegin eru høggini helst líka mong til teir persónar, sum mynda KÍ, og tað er alt annað enn heppi og als ikki rættvíst.

Latið okkum ikki gloyma, at hesi fólk í ár hava brúkt tímar, dagar, vikur, ja, mánaðir í sjálvbodnari tænastu fyri KÍ.

Slík viðferð, har farið verður eftir manninum heldur enn bóltinum, er als ikki rættvís.

Latið okkum leysliga kaga eitt sindur afturum leiktjøldini í KÍ í hesum 105. ári.

FÍGGJARLIG UPPRUDDING:

KÍ-leiðslan hevur líka síðan í fjør heyst arbeitt miðvíst við at savna pening inn, soleiðis at hon í dag hevur goldið so at siga allar rokningar og gamla skuld. Eitt megnar arbeiði.

Ein partur av hesari upprudding var at siga upp allar dýrar sáttmálar við spælararnar. Hetta var neyðugt, tí har var snøgt sagt minus á øllum kontum.

Summir spælarar valdu kortini at vísa sín stuðul til KÍ við at halda fram í felagnum fyri meira symbolskar samsýningar.

Fíggjarliga bjargingin tykist at hava eydnast. Í so máta er 2009 higartil eitt gott ár hjá KÍ.

HEIMLIGT LEIKARATILFEINGI:

Hattin av fyri leiðsluni, at hon í ár valdi at satsa upp á sínar egnu leikarar – tað var ein djørv avgerð, hóast manglandi úrslitini.

Henda prinsippiella avgerð hjá leiðsluni er ikki eydnast úrslitaliga, men hon er eydnast á tann hátt, at teir ungu leikararnir í ár hava ment seg, hóast góðu úrslitini hava drálað.

Úrslitaliga hevur hetta tó kostað felagnum sera nógv, tí ungu menninir vístu seg at vera ov óbúnar til so einsligan leik í Vodafone-deildini. Tað er hetta, sum svíður so sárt.

STERKT SAMANHALD:

Tað er í grundini heldur ikki av leið at taka hattin av fyri venjarum og leikarum, sum byrjaðu kappingarárið saman.

Hóast drúgvan andróður og nógvar ósigrar hava teir hildið ótroyttiliga fram.

Áskoðararnir hava í ár lagt til merkis eitt serliga gott samanhald í leikarahópinum, sum uttan iva kemst av, at KÍ-hópurin í ár næstan 100% fevnir um uppruna KÍ-leikarar.

Hetta, at brúka egnar leikarar, var jú tað vanliga fyrr í tíðini, tá ið næstan eingin spælari flutti felag, men soleiðis er ikki longur, og tí hevur avbjóðingin verið so øgilig hjá KÍ-liðnum í ár.

FLEIRI KOMU HEIMAFTUR:

Tað var eisini ein serlig uppliving fyri norðingar, tá ið fleiri spælarar – teir flestu lokalir – í summar valdu at flyta til KÍ fyri at hjálpa barndómsfelagnum.

Við hesum vístu teir eitt serligt hjartalag fyri felagnum, samtundis sum teir vágaðu sítt egna skinn og góða umdømi fyri heimstaðarfelagið.

Tað er langt síðan, at vit hava merkt ein slíkan felagsanda í og uttan um KÍ, sum í summar, tá ið Todi, Hjalgrím, Atli, Páll og Høgni komu til KÍ at hjálpa felagnum.

Í dag man tað kennast súrt hjá hesum frægu monnum, at úrslitini enn ikki hava lagað seg KÍ til fyrimunar, men hetta ger ikki teir til verri persónar, tvørturímóti.

FJEPPARAFELAG NR. 1:

Til seinast taka vit hattin av fyri Bláu Bylgju og øllum hennara stuðlandi limum, sum hava lyft tann partin av KÍ upp á eitt framúr høgt støði – kanska tað hægsta í landinum – takk fyri tað.

Mest imponerandi framstigið yvirhøvur í KÍ í ár er farið fram beint uttan fyri vøllin undir leiðslu av Bláu Bylgju við rópum, stuðli, fløggum, fýrverki, heimasíðu, greinum, kjaki, ja enntá fløgu.

Um KÍ nú í tólvta tíma yvirlivir, so verða tit øll, leikarar, venjarar, hjálparfólk, stuðlar og fjepparar, hetjur í Norðoyggjum.

Sanniliga hava tit betur uppiborið enn niðurflyting, men um tað verður veruleiki, so ger hetta tykkum ikki til verri fólk, als ikki.

MEN tá ið alt hetta er sagt, so er tað so sera nógv, sum ikki hevur verið, sum tað eigur, og tað er tíverri á tí úrslitaliga bógnum.

Liðið var ungt og óroynt, og tað sama kundi sigast um venjararnar í yrikinum sum venjarar, men aftur her vóru pengarnir avgerandi fyri, hvat var møguligt.

Liðið hevði sera óstøðug avrik og hevur tað enn, sigrarnir hava verið fáir og stigini somuleiðis.

So bleiv hópurin styrktur í summar, eisini við stórum og kendum leikarum, sum hava traðkað sínar barnaskógvar í felagnum – men hóast styrkin, so hava úrslitini enn ikki verið eftir vild.

Í stuttum sagt, hevur KÍ-liðið higartil í ár ikki verið nóg sterkt – tað sigur stigatalvan – og í seinastuni er tað komið aftrat, sum so mangan er eitt eyðkenni fyri botnlið: marginalarnir hava verið ímóti.

Úr rúgvuni av "óhepnum" marginalum kann nevnast:
Frá 2-0 til 2-3 ímóti NSÍ,
HB slapp at filma og skora við hondini,
AB slapp at skora við hondini,
B36 slapp at fáa Mouritsen í úrtíð og Sigfríð Clementsen omaná til KÍ-dystin í Havn
o.s.fr.

Men, enn ber tað til hjá KÍ at yvirliva í Vodafone-deildini.

Treytin er helst 4 sigrar ella útivið tað í líka so nógvum dystum.

So tað BER til!
Bláa Bylgjan fer enn einaferð manssterk við blá-hvíta liðnum nú mikukvøldið!!

Klára vit tað?

KOYR Á KÍ !!!!!