Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnleyg K. Dánjalsson 25-ára starvsdag í býráðsumsitingini

John William Joensen

Týsdagin 13. oktober 2009 skipaði býráðsleiðslan fyri hátíðarhaldi í býráðshøllini fyri Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson, fulltrúa á Teknisku Umsiting, í sambandi við hennara 25-ára starvsdag í býráðsumsitingini.

Kelda: Klaksvik.fo

Gunnleyg K. Dánjalsson starvast í dag sum fulltrúi á Teknisku Umsiting, har hon millum annað hevur ábyrgd av og umsitur matrikkulmál, tinglýsingar- og ognarviðurskifti, gøtunøvn, ferðslumál, leigusáttmálar v.m. Eisini er hon partur av byggi- og býarskipanartoyminum hjá kommununi.

Gunnleyg hevði sín fyrsta starvsdag á Teknisku Umsiting kommununnar 1. juli 1984, og eftirsum sjálvur dagurin var lutvíst í summarferiutíð, varð hann hildin týsdagin 13. oktober, har býráðsleiðslan bjóðaði til eina hátíðarløtu í býráðshøllini.

Millum gestirnar vóru starvsfelagar og nevndarlimir í teimum nevndum, sum Gunnleyg, hevur nógv við at gera, umframt hennara næstu.

Gunnleyg hevur hesi 25 árini havt ein týðandi leiklut í menningini av Teknisku Umsiting og er í dag ein lyklapersónur á deildini, sum bæði borgarar, býráðslimir og starvsfelagar fáa gagn av og kunnu kenna seg trygg við.

Hetta legði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, eisini dent á í røðu sínari fyri Gunnleyg, har hon millum annað segði, at Klaksvíkar Kommuna, er sera heppin at hava havt og framvegis at hava hana í starvi.

Borgarstjórin nevndi eisini, at dugnalig og nærløgd starvsfólk ofta fáa fleiri ábyrgdir og uppgávur álagdar, og hetta er Gunnleyg eitt sera gott dømi um.

Vegna býráðið handaði borgarstjórin Gunnleyg eitt blómutyssi og eina gávu sum tøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í hesi 25 árini.

Gunnleyg takkaði hjartaliga og bar fram eina heilsan til sín arbeiðsgevara og starvsfelagar.

Eisini nýtti Ove Frederiksen, sum er ein av limunum í Gøtunavnanevndini, har Gunnleyg er skrivari, at bera eina heilsan til hana.

Vit ynskja Gunnleyg hjartaliga tillukku og ynskja henni alt tað besta framyvir við vón um framhaldandi gott samstarv í mong ár framyvir.