Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví verður ein borgarstjóraketa stolin

John William Joensen

Fýra dagar seinni varð borgarstjóraketan í Odense tó
afturfunnin, tá onkur ótangi óivað gekk við henni um hálsin

Seinasta leygardag brutu ótangar , ella møguliga bara ein ótangi – inn í ráðhúsið í Odense, sum er vinarbýur hjá Klaksvík, og fór avstað við borgarstjóraketuni.

Ígjár var hon afturfunnin av løgregluni. Har hevur óivað ein unglingi gingið við henni um hálsin.

Hon er forgylt og tí kann hon ikki stoypast um, fyri at fáa pening. Hon kann valla seljast til nakran, ella valla nakar rættsintur vil eiga hana.

Men tað stutta og langa er, at hon ígjár varð afturfunnin í øllum góðum av løgregluni, og borgarstjórin, Jan Boye, er fegin um, at hon er komin “heim” aftur, tí sum hann segði við DR í morgun, so er hetta ein av elstu borgarstjóraketum í Danmark og hevur verið um hálsin á so mongum borgarstjóra.

Spurningurin er so, hvat ger, at ótangar kunnu finna uppá at fara inn og stjala eina borgarstjóraketu.