Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðulstiltakið Sahbai í Ribarhúsi

John William Joensen

Leygardagin 24. oktober verður Ribarhús í Fuglafirði karmur um stórt hjálpartiltak til frama fyri gentur og kvinnur, sum eru komnar illa fyri á skøkjumarknaðunum í Kambodja og Thailandi.

Leygardagin 24. oktober verður Ribarhús í Fuglafirði karmur um stórt hjálpartiltak til frama fyri gentur og kvinnur, sum eru komnar illa fyri á skøkjumarknaðunum í Kambodja og Thailandi. Skipað verður fyri asiatiskum marknaði, har møguleiki verður at keypa turrikløð, taskur, buksur,silki inniskógvar, kryddurtir og mangt annað, sum er framleitt í Kambodja. Allur vinningurin fer til at stuðla felagsskapum í Kambodja og Thailandi, sum hjálpa gentum og kvinnum at koma burtur úr skøkjulívi. 

Síðsta vikuskifti hevði Sahbai sítt fyrsta stuðulstiltak. Tiltakið, ið var í SMS, var sera væleydnað. Leygardagin verður so aftur møguleiki at keypa sær okkurt forkunnugt plagg ella tinganest úr fjareystri, og harvið stuðla hjálpararbeiði millum kvinnur í Kambodja og Tailandi. 

Ein alsamt vaksandi trupulleiki í Asia er sex-ídnaðurin, eisini nevndur nútíðar trælahandilin. Orsøkirnar til at genturnar enda í hesi syrgiligu støðu eru ymiskar. 

Genturnar, ið arbeiða sum skøkjur, koma ofta frá fátøkum bygdum, og nógvar av teimum hava lítla skúlagongd. Nógvar giftast sum 11 ára gamlar og fleiri eiga børn. Ofta rýma mennirnir frá teimum og fáa sær aðrar konur ella rýma til rúsevni. Tær fáa bjóðað gott arbeiði í býnum. Arbeiðsgevarin lovar at gjalda fyri flutning og uppihald ta fyrstu tíðina. Ofta fær gentan at vita, at hon skal arbeiða sum tænari. Fyrstu dagarnar arbeiðir honum sum tænari, men eftir stutta tíð verður hon noydd at arbeiða sum skøkja. Fyri hesar gentur er hetta einasti møguleiki tær hava at vinna sær til lívsins uppihald. 

Aðrar eru seldar heilt ungar, summar einans 5 ár, tí familjan ikki hevur ráð at breyðføða tær. Hvønn dag verða ungar gentur seldar sum sex-trælir.
Í eitt ár arbeiddu Noomi S. og Eli J. Christiansen við ymiskum hjálpararbeiði í Kambodja. Meðan tey vóru í Kambodja kom Noomi í samband við ein felagsskap, sum ger hjálpararbeiði millum gentur á skøkjumarknaðinum. 

Hjálparfelagsskapurin White Dove, sum Noomi kom í samband við, hevur eitt heim fyri gentur, sum hava arbeitt á skøkjumarknaðinum. Umframt tak yvir høvdið og mat og klæðir, fáa tær frálæru í enskum, khmer, reinføri, heilsu og smittandi sjúkum. Tær læra handligt arbeiði, so at tær kunnu framleiða vørur, so tær kunnu vinna sær nakað av peningi.
Í Thailandi eru fleiri heim fyri tílíkar gentur, eitt av hesum heimum nevnist 

NightLight. Genturnar, ið búgva á NightLight-heiminum, fáa bjóða útbúgving, undirvísing, arbeiði og eitt trygt heim. Tær gera ótrúliga flottar smykkur, sum m.a. Logos bókasøla í Havn selur fyri tær. 

Noomi og Eli fingið hugskotið at gera eitt átak, tá tey komu aftur til Føroyar, við tí endamáli at hjálpa hesum felagsskapum – White Doves í Siem Reap og Night Light í Bangkok. Fyriskiparnir vóna, at fólk taka væl undir við tiltakinum. Meiri peningur kemur inn, fleiri gentur kunnu hjálpast burturúr skøkjulívinum. 

Hjálpartiltakið við asiatiska marknaðinum í Ribarhús í Fuglafirði byrjar kl. 11 leygardagin 24. oktober og heldur fram til kl. 17.