Borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, váttar at áhugið er fyri at byggja eitt nýtt dansistað í Klaksvík
Á býráðsfundinum týskvøldið avgjørdi býrráði at bjóða grundstykki, aftan fyri fótbóltsskýli, til sølu og sum skilst er ætlanin at byggja eina dansihøll.
Í uppskotinum verður økið ávíst sum dansistað og tekniska nevnd stuðlar eisini uppskotinum.
– Hettta er eitt økið ið hevur langa traditión fyri at hava dans. Atlantis og KÍ-høllin og ikki minst tann gamla dansistovan liggja tætt við, stendur m.a. í samtyktini hjá býráðnum.
Áhugið fyri at byggja
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, váttar at tað leingi hevur verið ynskið um at fingið eitt dansistað í Klaksvík.
– Tað er neyðugt at ein býur sum Klaksvík hevur eitt ávíst úrval av mentunnartilboðum og býrði hevu samtykt at staðseta økið millum Maverik og fótbóltsskýli til endamálið.
– Tað hevur verið áhugið frá privatum at byggja slíkt stað og nú verður so møguleiki at ogna sær økið til endamálið.
– Sjálv haldi eg at tað er tørvur á slíkum staði í býnum ikki minst fyri at halda ungdómin í býnum um kvøldarnar.




