Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj samhaldsføst heilsutrygd

Oliver Joensen

Fyrsta dagin verður uppskot lagt fyri Løgtingið um eina nýggja samhaldsfasta sjúkratrygging.

Uppskotið er fyrsta stigið at broyta sjúkakassagjaldið til eina skattafíggjaða sjúkatrygging fyri øll.

Í samgonguskjalinum er semja um, at hetta skal gerast í hesum valskeiðinum. Politiska ætlanin er, at fasta gjaldið fellur burtur 1. januar 2012.

Fyrsta stigið er at gera tríggjar høvuðsbroytingar í verandi sjúkakassaskipan.

Í fyrsta lagi verða sjúkrakassarnir tiknir av, og øll umsitingin savnað í ein stovn, sum skal eita Heilsutrygd. Í dag eru 11 sjúkrakassar í Føroyum, sum hvør í sínum lagi hava eina umsiting og hvør ásetur sítt egna sjúkrakassagjald. Hetta skal broytast til eina samhaldsfasta skipan, har øll rinda sama gjald í tvey ár, til sjúkratryggingin verður partur av fíggjarlógini.

Onnur stóra broytingin er, at tilskotið til heilivág verður útroknað eftir einum nýggjum samhaldsføstum leisti. Tey, sum brúka mest pengar til heilivág, fáa eftir nýggju útrokningini mest endurgoldið frá Heilsutrygd. Higartil hava øll fingið 50 prosent endurgoldið frá fyrstu krónu.

Eftir nýggju skipanini skulu øll gjalda tær fyrstu 500 krónurnar um árið sjálvi. Á tann hátt ber til at gera eina samhaldsfasta skipan, har tey, sum noyðast at brúka nógvan heilivág, fáa størri endurgjald enn eftir verandi skipan.

Ung undir 18 ár og fólk yvir 67 ár koma í mesta lagi at gjalda 1195 krónur um árið fyri heilivág. Hini koma í mesta lagi at gjalda 1600 krónur um árið.

Í triðja lagi kemur Heilsutrygd at veita tilskot til kostískoyti, merkivørur o.a., sum Almannastovan áður hevur veitt ískoyti til. Tað snýr seg m.a. um serligt ískoyti av vitaminum og mineralum, um serligt kostískoyti til diabetikarar um pínuheilivág, allergiheilivág, eygnaheilivág o.s.fr.

Ætlanin er, at fasta gjaldið skal vera 245 krónur um mánaðin hjá øllum.
Fyri summi er hetta ein hækking og fyri onnur er hetta ein lækking. Í Fuglafirði er gjaldið 175 krónur um mánaðin, og á Sandoynni er gjaldið 310 kr.

Í fyrsta lagi verður tað TAKS, sum krevur gjaldið inn umvegis samskattaskipanina.

Hvussu verður við ognunum hjá sjúkakassunum, er ein løgfrøðiligur spurningur, sum verður viðgjørdur í løtuni. Um ognirnar hjá sjúkakassunum fella til Heilsutrygd, so fer landsstýrismaðurin at tryggja, at pengarnir ikki verða brúktir til vanligan rakstur. Umhugsað verður at gera ein heilsugrunn, sum skal veita stuðul til átøk, ið hava til endamáls at menna heilsuna hjá føroyingum, m.a. heilsugransking.

Sambært samgonguskjalinum, skulu nýggir almennir stovnar leggjast úti um landið, sum liður í miðvísum økismenningarpolitikki. Heilsutrygd verður ikki ein stovnur, har viðskiftafólk hava fyri neyðini at koma á gátt. Tí er tað sjálvsagt at fylgja samgonguskjalinum og leggja stovnin uttan fyri Havnina.

Um tú hyggur út um landið, so eru fleiri stovnar og skúlar lagdir uttan fyri Havnina seinastu árini. Eitt nú eru Brúkaraumboðsmaðurin, Strandferðslan og Heilsuskúli lagdir í Suðuroy, og Skipaeftirlitið er lagt í Vágum. Tørnið er nú komið til Norðoyggjar, og er mín ætlan tí, at Heilsutrygd skal halda til í Klaksvík.

Tórshavn 27. oktober 2009
Aksel V. Johannesen