Sunnudagin kl. 16:00 er Badmintonhøllin í Klaksvík karmur um oddadyst í 1. deild hjá monnum, tá Team Klaksvík tekur ímóti Neistanum
Eitt satt oddabrak verður sunnudagin kl. 16:00. Team Klaksvík, ið liggur á fremsta plássi í 1. deild, tekur ímóti Neistanum úr Havn, ið er á øðrum plássi. Liðini eru jøvn í stigum, men Team Klaksvík hevur betri málmun.
Liðini møttust í Havn fyri einum góðum mánaði síðan, og ta ferðina vann Neistin máríku uppgerðina 37-33.
Team Klaksvík hevur tó veruliga havt undanvind í seglini í byrjanini av hesum kappingarárinum. Seks umfør eru leikt, og liðið er, sum kunnugt, á fremsta plássi, og við einum sigri sunnudagin kann Team Klaksvík sementera fyrsta plássið.
Sum áður umrøtt her á blaðnum, so hevur Team Klaksvík fingið markantan styrk til kappingarárið í ár, og bæði Damir Oros og Hans Arne Thomsen hava víst, at tað var rætt av felagnum at knýta teir afturat hópinum. Tó skal eisini sigast, at ungu lokalu kreftirnar sanniliga hava víst hvør dugur er í teimum.
Til dystin sunnudagin er skjóti og treffsikri vongspælarin, Jón Jacobsen, ivasamur vegna skaða, meðan kempan, Hans Arne Thomsen, hevur leikbann eftir vera presenteraður fyri einum meir enn ivasomum reyðum korti seinasta vikuskiftið.
Úr Team Klaksvík leguni verður sagt, at teir vóna, at nógv fólk kemur at stuðla teimum till toppdystin, og teir lova samstundis, at teir fara inn á vøllin fyri at vinna dystin.
Eydnast Team Klaksvík at vinna dystin, so er tað eitt týðandi fet á leiðini móti uppflyting í fremstu deildina.
Kom so dreingir!




