Bátarnir vóru seldir til Grønlands fyri 2 árum síðani, men vera nú seldur heim aftur til Klaksvíkar og Norðskála, skrivar www.skipini.com.
Hvíthamar og Fiskimúli, ið vóru seldir til Grønlands fyri 2 árðum síðan, vera nú seldir heim aftur til Klaksvíkar og Norðskála.
Sum nú er, so liggur gamli Fiskimúli í Klaksvík, og gamli Hvíthamar liggur á Norðskála, hvat skipini vera seld fyri, vil Hanus Hanen reiðari ikki upplýsa. Spurt var um nær sølan verður, og har sigur reiðarin, at tað er við at vera avklára í hesi løtu.




