Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veljarakanning: Veljararnir hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi stuðla ikki stóru nýskipanunum hjá samgonguni

John William Joensen

Heili 81% av veljarunum, sum valdu Javnaðarflokkin og 67% av teimum sum valdu Tjóðveldi, halda at grundupphæddin í fólkapensjónini eigur at verða sett uppaftur til tað hon var. Heili 39% av veljarunum hjá Tjóðveldi og 55% av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum halda at fiskivinnu nýskipanin eigur at verða útsett í eitt ár.

Hesi tøl kunnu samanberast við, at av teimum 105 veljarunum hjá Javnaðarflokkinum, sum nú boða frá, at tey ætla sær okkurt annað enn at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum aftur, eru tølini fyri tey, ið eru samd í teimum trimum útsøgnunum: 1) Fiskivinnunýskipanin útsetast – 66 ella 63 %, 2) Grundupphæddin í fólkapensjónini hækkast aftur – 92 ella 88 %, 3) Samgongan skal sleppa fólkaatkvøðuni um stjórnarskipan – 52 ella 50 %.

Hjá hinum stóra samgonguflokkinum, Tjóðveldi, er talan um 56 veljarar, sum nú boða frá, at tey ætla sær okkurt annað enn at atkvøða fyri Tjóðveldi aftur. Her eru tølini fyri tey, ið eru samd í teimum trimum útsøgnunum: 1) Fiskivinnunýskipanin útsetast – 31 ella 55 %, 2) Grundupphæddin í fólkapensjónini hækkast aftur – 45 ella 80 %, 3) samgongan skal sleppa fólkaatkvøðuni um stjórnarskipan – 18 ella 32 %.

Tølini eru ikki stór, so varsemi krevst. Men ein ábending er kortini í hesum tølunum, at tað serliga er ætlanirnar um fiskivinnureform og pensjónsreform, ið fáa veljarar hjá teimum báðum stóru samgonguflokkunum at venda teimum bakið. Her liggja tølini 11-16 % omanfyri tølini í stabbunum. Tá eigur at verða havt í huga, at tey “fráfalnu” eru roknað við í stabbatølunum. Høvdu tey ikki verið við her, høvdu gloppini verið størri enn 11-16 %.