Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyingar hittast til jólagudstænastu í Oslo

Jógvan Hugo Gardar

Í morgin, sunnudagin 3. desember, er árliga føroyska jólagudstænastan í Oslo.

Gudstænastan, sum byrjar klokkan 16, verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30 í Oslo. Hendan kirkjan hevur verið brúkt til føroysku jólagudstænastuna í fleiri ár. Gudstænastan, sum vinafelagið Norsk-færøysk lag skipar fyri, hevur verið hildin á hvørjum ári siðani fyrst í nítiárunum.

Prestur er Hildigunn Hauge-Dalsgarð. Kirkjukaffi er aftaná gudstænastuna.