Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eliesar Olsen fingið nýtt venjarastarv

Jákup Ósá

Eliesar hevur royndir sum venjari í Effodeildini.

Eliesar Olsen hevur fingið nýtt venjarastarv. Hann hevur seinastu árini verið antin høvuðsvenjari ella hjálparvenjari hjá liðum í bestu deildini. Nú fer hann at royna seg í 2.deild og U21. 

 

EB/Streymur skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

 

Avtala er gjørd við Eliesar Olsen um at verða venjari hjá 2.deild og U-21 komandi ár.

 

Eliesar er 28 ára gamal, men hóast sín unga aldur, er hann ein royndur venjari. Í 2010 gjørdist hann venjari hjá besta liðnum hjá Skála, sum tá var enda niðri í 2.deild. Eliesar og hansara menn vunnu deildina fyrsta árið og fluttu upp í 1.deild. Tvey tey næstu árini lá Skála í toppinum í 1.deild uttan at vinna sær uppflyting, men í 2013 eydnaðist tað Skála at flyta upp í Effo deildina aftur. Í 2015 var Eliesar Olsen høvuðsvenjari hjá okkum í EB/Streymi. Í 2016 gerst hann ungdómavenjari hjá Giza Hoyvík og í summarsteðginum sama ár tekur hann yvur sum høvuðsvenjari hjá B68, ið høvdu koyrt venjara sín. Í 2017 var hann hjálparvenjari hjá NSÍ, ið vunnu steypakappingina og endaðu á einum 4.plássið í Effodeildini.

Í 2014 stóð Eliesar venjaraútbúgvingina hjá UEFA á A-stigi, sum er hægsta útbúgving ein kann takað í Føroyum og harvið gjørdist hann yngsti venjari í Føroyum nakrantíð við hesi útbúgving.

 

Mynd: www.eb-streymur.fo