Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Maria á Lakjuni við jólavideolagi

Jóhann Lützen

16 ára gamla fuglfjarðagentan Maria á Lakjuni er á gøtuni við sanginum Hvør hevði væntað ein kong

Lagið er gjørt í samband við eina adventsløtu hjá Bubu. Lagið varð lagt á youtube í gjár. Maria er 16 ár og hevur givið 2 fløgur út. Eina í 2013 og eina í 2016.

Talan er um eina liveupptøku. Tað er Raclip, sum hevur tikið upp og tað er pápin Eyðun á Lakjuni, sum spælir undir.

Lagið er amerikanskt. Upprunheitið er: “Who would imagine a King”.

Skrivað sangin hava Mervyn Warren and Hallerin Hilton Hill, og góðu føroysku týðingina eigur Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi prestur á Sandi.