Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Avgerandi dystur hjá Mjølnir í kvøld

Jákup Ósá

Stórt trýst er á Mjølnir, sum skal vinna í kvøld fyri at koma víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini. 

 

Mjølnir hevur undan seinasta dystinum í bólkaspælinum vunnið móti Fleyr og tapt móti roynda SÍ b liðnum, sum hevur víst seg at vera tað sterkasta í bólkaspælinum og er longu vinnari av bólkinum. Mjølnir hevur tó ein dyst eftir og vinnur Mjølnir, so er liðið komið í hálvfinaluna. Mótstøðuliðið er TB, sum ikki luttekur í landskappingini og sum er aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Avgerandi dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld byrjar kl. 19.30.