Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein KÍ leikari er eftir frá uppflytingarliðnum í 2010

Jákup Ósá

Fyri 7 árum síðani spældi besta liðið hjá KÍ sítt einasta ár í næstbestu deildini. Nú er bara ein leikari eftir av teimum, sum vóru í hópinum tað árið.

Í 2010 kann ein siga, at KÍ byrjaði av nýggjum, tá liðið var flutt niður og skuldi vinna seg uppaftur í bestu deildina. Tað eydnaðist KÍ at flyta upp við at enda á 2. plássi í harðari kapping við TB.

 

29 ymiskir leikarar vóru á dómaraseðlanum gjøgnum árið. Av teimum spældu fleiri leikarar árini aftaná, tá liðið spældi í bestu deildini. Men nú vit fara inní kappingarárið 2018, so kann staðfestast, at bara ein leikari er eftir av teimum, sum vóru við at flyta upp. Tað er Ísak Simonsen, sum í 2010 sum 16 ára gamal spældi sítt fyrsta kappingarár á besta liðnum. Ísak hevur spælt á besta liðnum øll árini síðani. Hann er sostatt leikarin í núverandi hópinum, sum hevur verið longst í besta hópinum í núverandi tíðarskeiði, hóast hann bara er 24 ára gamal.