Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vestergaard: Hetta er óseriøst

Norðlýsið

Jacob Vestergaard heldur, at broytingar frá fíggjarnevndini millum aðru og triðju viðgerð vísa, hvussu óseriøst arbeiði er. Hann vísir á, at á nógvum økjum eru ymiskar upphæddir lagdar afturat, sum ikki vóru til aðru viðgerð. Sum heild er talan um eitt útreiðslugildið, har einstøku tingfólkini skulu hava sítt til síni økir. Tað gevur eina fíggjarstýring, har einki skil er á, segði Jacob Vestergaard fyri løtu síðani á tingsins røðarapalli.

 

Orðaskiftið undir triðju viðgerð kann fylgjast á Rás 1 og kvf.fo. Tað byrjaði beint áðrenn midnátt.