– Eg havi ongantíð í lívinum upplivað slíkt. Hetta er næstan skomm at vera partur av, segði Jógvan á Lakjuni á løgtingsins røðarapalli fyri løtu síðani.
Soleiðis segði hann ísambandi við, at so nógvar broytingar vóru millum aðru og triðju viðgerð, har fleiri punkt als ikki eru viðgjørd ella lýst fyrr. Hann legði afturat, at hann skilti væl, at hetta bleiv viðgjørt á miðjari nátt, tí her er milt sagt einki skil í.



