Fleiri hundrað fólk eru savnaði á Vaglinum í Tórsahavn júst nú, at stuðla pedagogfelagnum í stríði teirra at fáa betur lønarviðurskifti til limir sínar
Verkfallið hevur vart í tríggjar vikur nú og ymisk amboð verða tikin í nýtslu. Tað seinasta er ein stuðulsgonga á Vaglinum, har fólk kunnu møta upp at stuðla pedagogfelagnum.
Undirskriftir hava verið innsavnaðar og tær vórðu handaðar Anniku Olsen, forkvinnu í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Norðlýsið hevði mann á staðnum, ið tók myndirnar






