Fyrrverandi føroyska oljutangaskipið ”Magn” hjá Oljufelagnum Shell, er tikið í Karibiska havinum av amerikanskum, hollendskum og Dominukanskum myndugleikum, eftir at myndugleikarnir í fleiri mánaðar høvdu arbeitt við einum málið um rúsevnisskipaferðslu.
Tangaskipið varð ført til havnina í Santo Domingo í Dominukanska Lívveldinum. 1570 kilo av reinum kokaini var funnið umborð og manningin, sum telur 12 mans var handdtikin og ákærd fyri narkosmugling.
Skipið var á veg frá Aruba í Karribien til Puerto, í Dominikonsku Republikanska Lívveldinum.
Áðrenn myndugleikarnir steðgaðu skipinum, vóru fleiri onnur í mistonkta narkoringinum handtikin.
Skipið var tikið nýggjársaftan ella stutt eftir. Smuglaragóðsi var goymt í last tanganum.



