18 ára gamal leikari roynir seg í HB á fyrsta sinni.
Hevur frammanundan bara spælt í barndómsfelagnum EB/Streymi.
Talan er um 18 ára gamla Niklas T. Kruse. Niklas var í fjør partur av besta liðnum hjá EB/Streymi. Hann er helst best mintur fyri at skora avgerandi málið móti ÍF í Fuglafirði, tá EB/Streymur vann 2-1. Men fyrst og fremst er tað á U18 liðnum og í 1.deild, at hann hevur gjørt um seg. Tí í 28 dystum í U18 er hann skrásettur fyri 28 mál og í 7 dystum í 1.deild er hann skrásettur fyri 7 mál. Hann er skrásettur fyri 10 dystir og 1 mál í Betrideildini.
Niklas T. Kruse vil ikki viðmerkja stórvegis. Men hann kann vátta, at hann er fluttur til Tórshavnar at ganga í skúla og at hann í løtuni venur við besta liðnum hjá HB.


