Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Viðmerking til kunningarskriv frá Javnaðarflokkinum í Tvøroyrar býráð.

Tíðindaskriv

Vísandi til kunningarskriv frá meiriluta býráðsins um, at vit í minnilutanum hava vrakað teirra uppskot um samarbeiði, síggja vit okkum noydd til at koma við einari viðmerking.

Eftir, at Kristina Roest tók seg úr samgonguni í býráðnum, bjóðaðu vit javnaðarflokkinum samstarv. Vit settu okkum í samband við Bjarna Hammer í august mánaða í fjør hesum viðvíkjandi, og hann lovaði at venda aftur.

Men hóast fleiri áminningar hoyrdi vit einki. Ikki fyrr enn beint áðrenn jól – stutt eftir, at fiskivinnunýskipanaruppskotið og fíggjarlógin vóru samtykt á tingi – vóru vit kunnaði um, at Kristina Roest og Javnaðarflokkurin í býráðnum høvdu skipað valbólk.

Alvi Mortensen bleiv boðin við í hendan valbólk, men hann takkaði nei. Vit í minnilutanum royndu enn einaferð at fáa semju í lag og boðaðu til fundar. Vit bjóðaðu teimum formannin og ein lim (t.v.s. meirilutan) í 3 nevndum, umframt ein lim í teimum 3 nevndunum, har vit høvdu meirilutan og formannin. Harumframt stóð teimum í boði at varðveita formannin í øllum teimum stóru, týðani og gevandi sessunum, so sum formannin í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu og Suðuroyar Barnaverndartænastu (hesir eigur formaðurin í sosialu nevnd), formannin í IRF, og sessin sum formaður í bygginevndini fyri nýggja barnagarðin í Trongisvági.

Alt sessir, ið Kristina Roest hevði telvað seg til í undanfarnu samgongu. Hesum tóku tey ikki av. Eftirfylgjandi hava vit bjóðað teimum allar sessirnar í teimum nevndunum, har tey hava formannin, og ein lim í hinum nevndunum. Tað vil siga, at meirilutin fær 12 av 18 nevndarsessum. Men tað er heldur ikki nokk.

Tað einasta, vit fingu bjóðað frá teimum, var formannssessin í Umhvørvis- og trivnaðarnevndini. Borgarstjórin og varaborgarstjórin eru vald fyri alt tíðarskeiðið, og borgarstjórin er altíð formaður i fíggjarnevndini. Her skal tó verða lagt afturat, at tey vildu hava meirilutan í ØLLUM nevndunum. Hetta sæst ikki í kunningarskrivinum frá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri

Vit vilja við hesum gera vart við, at her ikki er talan um vilja til samstarv, men heldur, at vit verða sett uttanfyri alla ávirkan. V

it ynskja ongar ósemjur, men alt tað besta fyri Tvøroyri.

Vinarliga Minnilutin í býráðnum á Tvøroyri, Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen