Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú er tað ringasta av

Hanus Kjølbro

So at siga allar mátistøðir hjá Landsverki siga frá minni vindi. Tað ringasta er av, men tó eru nakrar hvirlur eftir flesta staðni kring landið.

Ringasta veðrið var klokkan 7 til 9 í morgun, vísa mátistøðir Landsverks. 

Eyðkennið við vindinum kring hetta lágtrýstið er, at hann er sera ójavnur. Mátistøðin inni í Dølum hevði miðalvind upp á 10 m/s, meðanhvirlurnar hava ligið upp ímóti 40 m/s. Sama mynstur sæst við aðrar mátistøðir. 

Glyvursnesi er munurin á mðalvindinum og hvirlunum ikki so stórur. Miðalvindur hevur ligið um 25 m/s; hvirlurnar upp ímóti 35 m/s. 

Meðan tað leikaði harðast á, var vindferðin í Runavík 8 m/s; hvirlurnar 16 m/s. 🙂

Trýstið í miðjuni á lágtrýstinum er 940 hPa í løtuni (klokkan 13.18) – tað er ógvuliga lágt. Teinurin úr miðjuni til Føroya er 350 til 400 fjórðingar, so barometrini vísa als ikki so lágt trýst her hjá okkum. 

Barometrini fara ikki at fella nógv afturat á hesum sinni. Tey eru farin niður um 970 hPa. Seinnapartin fara tey at gana uppeftir aftur. 

Lágtrýstið er ávegis eystureftir. Í Noregi gera tey seg til reiðar til illveðrið í kvøld og í nátt.