Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Verkbannið á kommunala sáttmálaøkinum er av

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Nýggj semja er undirskrivað – og verkbannið og verkfallið á kommunala sáttmálaøkinum er av.

Nakað eftir midnátt skrivaðu Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag undir eina nýggja semju, sum byggir á eitt 3 ára sáttmálaskeið – frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.

At partarnir hava gjørt semju, hevur við sær at verkfallið er endað – og at verkbannið á kommunala sáttmálaøkinum er av. Námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag taka tí arbeiðið upp aftur beinan vegin – sambært galdandi arbeiðsætlan.