Skulu reisa seg eftir tap í hálvfinalunum í steypakappingini. Hjá monnunum er mótstøðuliðið tað sama.
Kvinnurnar hjá Mjølnir taka ímóti SÍ sunnudagin kl. 13.00. Mjølnir liggur á 3. plássi við 14 stigum, meðan SÍ liggur aftast við 7 stigum.
Hjá monnunum verður toppdystur, har Mjølnir fær vitjan av ÍF. Mjølnir er oddalið við 23 stigum, meðan ÍF á 2. plássi hevur 21 stig. Í steypakappingini vann ÍF 3-1 á Mjølnir og sum gongdin hevur verið hjá liðunum báðum seinastu tíðina, so er ÍF helst favorittur at taka oddasessin. Dysturin byrjar kl. 15.00.


