Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

VB suður aftur við sigri á Stjørnuni

Txt. Norðlýsið. Myndir Oliver Joensen

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, bleiv dysturin avgjørdu fyrstu løtuna í seinna hálvleiki

Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tá Stjørnan í dag tók ímóti VB, og hálvleiksstøðan var javnleikur 11-11, so lagt var upp til ein spennandi seinna hálvleik.,

Men so bleiv ikki, VB kom nógv betur frá byrjanini at seinna hálvleiki, og tá umleið 10 minuttir vóru leiktir, hevði VB fingið eina leiðslu uppá 4 mál. Størsti trupuleiki hjá Stjørnuni var, at tær gjørdu so nógv mistøk í álopsspælinum, sum m.a. hevði við sær, at VB kundi fara í skjót mótálop. Hóast Stjørnan royndi at svara aftur, so kom leiðslan hjá VB ongantíð vanda, og endaliga úrslitið gjørdist, tá samanum kom ein greiður 25-19 sigur til VB.