Zacharias Hammer hevur gjørt film um søguna um okkara stál- saltlínuskip á fjarleiðum.
Filmurin var sera væl dámdur og nógv eftirspurdur. Fleiri teirra, sum vildu sleppa at síggja hann, sluppu ikki, tí har var útselt allar dagarnar í Torravikuni.
Tí verður filmurin aftur á skíggjanum í Atlantis komandi vikuskiftið:
Komandi leygardag 3. mars verður filmurin, Línumenn sýndur í Atlantis Bio kl. 15
Komandi sunnudag 4. mars verður filmurin, Línumenn sýndur í Atlantis Bio kl. 16
Atgongumerki kunnu keypast á atlantis.fo – við dyrnar – ella ring á 226908
Fleiri menn siga part av síni søgu, tá teir sum 14 til 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju
línuskipum, sum avloystu sluppirnar.
Filmurin er flættaður saman við nógvum persónligum søgum og frásagnum, sum hesir menn minnast og siga frá. Áhugavert at hoyra teir siga frá hví teir valdu sjólivið og vóru nærum smádreingir, tá teir fóru longu leiðini vestur um hav – til Ný Foundlands og Grønland.
Burtur í 4 til 5 mánaðir
At verða burtur í 4 til 5 mánaðir tók hart, men gjørdust teir skjótt til menn.
Vóru á havinum meira enn 90 dagar áðrenn teir fóru inn í Nýfoundlandi.
Hendirnar vóru uppskræddar av at egna við hond, langar og strævnar vaktir og einki uppihaldsrúm. Lítið og einki samband heim hesa longu tíð á Flemish Kap.
Tá ið teir komu heim vóru teir meira ella minni fremmandir – tordu ikki at hyggja uppá fólk.
Teir hildu saman í býarlívinum – hetta var tíðin við teimum rullandi vertshúsunum.
Teir siga frá hvussu tað var at koma inn í Ný Foundlandi – einamest Harbour Grace.
Teir vitjaðu vertshúsið PIKE – og eru onkrar søgur og hendingar at siga frá. Aðrir fóru eisini á møti ella í kirkju.
Tímalangar 8 mm upptøkur frá hesu tíðini eru skannaðar og brúktar í filminum.
Nógvar eru sera góðar, forvitnisligar og ikki minst siðsøguligar og minniligar. Vit uppliva ódnarveður, góðveður, lívið umborð og arbeiðsgongdina.
Lívið heima í 60- og 70-unum verður eisini lýst. Eitt nú fara menn avstað úr Hattarvík – av helluni við lítla báti út á Másan, býarlívið í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum.
Tað vóru uml. 26 – 28 menn við gomlu línubátunum – teir fyrstu komu í 1959.
29 sjómenn hava verið savnaðir frá hesu tíðini í nýggja kirkjuhúsinum í Hvannasundi.
Teir sungu nakrar kendar sjómansvísur og nakrar andaligar sangir, sum teir sungu,
tá møtir vóru umborð ella í landi.
Nógvur góður tónleikur er í filminum, tónleikur teir keyptu í Ný Foundlandi – einamest country. Teir komu við hesum tónleiki til Føroyar, og fleiri teirra verða enn nógv spældir.



