Betri hevur í farnu viku keypt ein AED hjartastartara og sett upp við síðuna av høvuðsdyrnum á Kongabrúnni.
Ein hjartastartari eru eisini inni í bygningingum, men hesin var einans var atkomiligur i upplatingartiðini hjá Betri á Kongabrúnni og tí ynskti man eisini at seta ein upp uttanfyri, so hann var atkomiligur alt samdøgrið.
“Vit fegnast um at vit, við hesum hjartastartaranum eru við til at skapa tryggleika við havnalagið á Kongabrúnni. Sera nógv tiltøk eru í hesum økinum alt árið, m.a. Ólavsøkuróðurin og árliga Flaggdagsrenningin. Eisini ganga nógv ferðafólk frá teimum mongu ferðamannaskipunum forbí Kongabrúnna alt árið. Harumframt eru nógvir smábátar og fleiri róðrarmanningar halda til í økinum. Hjartastartarin er almennur og uttandura og er tí við til at skapar tryggleika alt døgnið alt árið”, sigur Ingunn Eirkisdóttir, stjóri á Betri Trygging. “




