AB hevur fingið stig móti KÍ í trimum av seinastu fýra dystunum.
Sunnudagin kl. 16.00 kemur AB á vitjan hjá KÍ. Undan dystinum eru 7 stig á muni millum liðini. Men hóast hendan mun, so er ikki vist, at KÍ fær tað so lætt. Tí júst AB hevur mangan argað KÍ, eisini um munurin á stigatalvuni hevur verið stórur millum liðini.
Í 2016 flutti AB niður, men fekk hóast hetta stig í tveimum av trimum dystum móti KÍ. Og í síðsta innanhýsis dystinum í 2015 vann AB í Klaksvík.
Seinastu fýra landskappingardystirnir í bestu deildini millum KÍ og AB eru endaðir soleiðis:
AB-KÍ 3-1
KÍ-AB 5-1
AB-KÍ 1-1
KÍ-AB 1-3


