Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóhan fekk ”debut”

Jákup Ósá

Lokalur leikari fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini í gjár.

Tá 89 minuttir vóru leiktir av dystinum millum KÍ og AB bleiv 19 ára gamli Jóhan W. Høgnesen skiftur inn fyri KÍ. Hetta vóru hansara fyrstu minuttir í bestu deildini. Jóhan er leikari, sum spælir bæði sum verjuleikari ella miðvallarleikari. Hann hevur seinnu árini spælt ungdómsfótbólt í SønderjyskE, men er uppvaksin í KÍ. 

 

KÍ boðar eisini frá í kvøld, at felagið hevur gjørt ein 1-ára sáttmála við 19 ára gamla leikaran.