Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Posta skal privatiserast

Jóhann Lützen

Einskiljingarbólkurin hjá Landsstýrinum og Vinnumálaráðið hava viðgjørt ætlanina um at privatisera Posta, sum í dag er eitt alment partafelag. Úrslitið er eitt hoyringarskriv um at privatisera Posta, harí ætlanin er at byrja privatiseringstilgongdina beint eftir ólavsøku.

Í dag fór uppskot um privatisering av Posta til hoyringar. Ætlanin er ikki, at postútberingin skal verða ávirkað av hesum. Mett verður, at postur er ein lítil partur av virkseminum, meðan høvuðsvirksemið er flutningsvirksemi.

Postverk Føroya bleiv í 2005 lagt um til alment partafelag, og 8 ár seinni fekst rakstur í felagið, soleiðis at yvirskot hevur verið síðani 2013. Umsetningurin er 102 milliónir. Hetta er ein høvuðsorsøk til, at tað verður selt, tí sum vinnumálaráðharrin sigur, “Tíðirnar eru góðar, og Posta er í dag ein væl rikin fyritøka, sum óivað hevur fleiri áhugaðar keyparar.” Í dag starvast 115 fólk hjá Posta.

 

Veitingarskylda í 10 ár afturat

Farið verður undir tilgongdina á ólavsøku, treytað av, at Løgtingið gevur grønt ljós. Og tað væntar landsstýrismaðurin at fáa. Hann sigur við Kringvarpið, at bæði samgongan og andstøðutinglimir eru fyri uppskotinum.

Vandin fyri veitingarskylduni – sum í hesum føri er at veita sama prísur og sama reglusemi fyri allar kundar í Føroyum – verður altíð umhugsaður, tá talan er um eina privatiseringstilgongd. Her tilskilar sølusáttmálin, at tann sum keypir Posta, skal hava hesa veitingarskyldu í í minsta lagi 10 ár.

Harleywoodpaint