Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tað er ikki “bara” at gita um veðrið

Oliver Joensen

Í gjár var Norðlýsið í Strandadali við myndatóli. Byrgingin hjá SEV varð umvæld í fjør, tí undraði tað, at alt vatnið, ið kom úr Svartadali og úr Strandadali sjálvum, fór óbrúkt um byrgingina og oman ánna og beinleiðis á sjógv.

Heri Mortensen, deildarleiðari hjá SEV, sigur, tá vit spyrja inn til hetta, at orsøkin er, at turbinan á Strond hevði eftirlit fyri neyðini. Fólk skuldu koma úr Noregi at eftirhyggja mekanisku partarnar í turbinuni, eins og elektroniski parturin eisini skal eftirhyggjast.

Vit hava lagt hetta arbeiðið til rættis eftir sum mai mánaði av royndum ofta plagar at vera hin turrasti á árinum. Tí er tað eitt sindur harmiligt, at mai higartil í ár hevur verið so vátur, men hetta er tað vit mugu liva við, tá ið um náttúruna ræður.

Heri Mortensen leggur afturat, at SEV fer eisini í hesum sambandið at lækka vatnstandin í byrgingini nakað, tí arbeiðið sum gjørt er við byrgingina skal nú eftirhyggjast, eftir at fult trýst hevur verið á arbeiðið.