Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Slit á samráðingunum

Tíðindaskriv

Klokkan 22:00 fríggjakvøldið slitnaði í samráðingunum millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, og semingsstovnurin var boðsendur. Stóru stríðsspurningarnir vóru løn og ein áseting um órímiliga uppsøgn, sum arbeiðarafeløgini vildu hava í sáttmálan.

Arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækkan, sum ger, at eisini arbeiðsfólk fáa lut í søguligu góðu tíðunum sum eru. Eisini hevur vigað tungt hjá feløgunum at fáa eina áseting um órímiliga uppsøgn í sáttmálan.

Semingsstovunurin fer at hava fund við partarnar í kvøld, og síðani frættist nærri um, nær veruliga semingsroyndin byrjar.

Sáttmálin gekk upprunaliga út 1. mei, og síðani hevur sáttmálin verið longdur ímeðan samráðingarnar hava verið. Sáttmálin gongur út á miðnátt 11 mei, og nú verður upp til semingsstovnin at meta nær ein møgulig seming byrjar.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Arthur Guðjonsson, formaður í klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag