Fýra navnframir borgarar og politikarar í Klaksvíkar kommunu hava játtað at skilja og endurnýta alt húsarhaldsrusk í eina viku, og at gera smá filmsbrot av tilgongdini.
Fyrstu filmsbrotini verða tøk í morgin sunnudagin 13. mai, og tá fæst at vita, hvørjar borgarar talan er um. Átakið, ið fer fram á sosialu miðlunum, ber heitið, Vit og skil í eina viku, og er partur av umhvørvisátakinum hjá Klaksvíkar kommunu, sum verður í komandi viku. Filmsbrotini verða løgd út á Facebook síðuna hjá Slóða fyri, ið er nýggja heitið á umhvørvisvikuni í Klaksvík.
Gunnhild Dahl Niclasen og Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskiparar, greiða frá, at endamálið er at varpa ljós á burturkast og endurnýtslu, og at birta upp undir kjak.
– Tey flestu hava eftirhondini hoyrt um avleiðingarnar av ovurhondsstóru mongdunum av burturkasti, sum verða framleiddar hvønn einasta dag. Vit og skil í eina viku er ein roynd at varpa ljós á hetta evnið við at knýta nakrar persónligar søgur at teimum avbjóðingum, sum stinga seg upp, tá ið minkast skal um burturkastið í húsarhaldinum, og tá ið tað skal skiljast og endurnýtast.
Eitt filmsbrot um dagin verður lagt út á síðuna fram til mikudagin, tá ið skipað verður fyri kjakfundi í Spaniastovu í Klaksvík.
Kjakfundurin fer at snúgva seg um burturkast, skiljing og endurnýtslu, og kjakast verður um avbjóðingar, trupulleikar og loysnir á hesum økinum.
Á skránni hetta kvøldið frætta vit eisini frá borgarunum, sum royndu at minka um og skilja alt húsarhaldsruskið í eina viku. Áhugavert verður at vita, hvussu hetta gekst teimum og hvørjir tankar komu burtur úr hesi roynd.
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum greiðir stutt frá, hvørjar lógir, skyldur og heimildir eru galdandi í Føroyum, tá talan er um burturkast, skiljing og endurnýtslu.
Luttakarar í kjakinum vera Palli Sivertsen frá Endurnýtsluni í Klaksvík, Elsa Berg frá Ringrás, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF og Jógvan Skorheim, borgarstjóri og løgtingslimur. Orðstýrari verður Ragnheiður Bogadóttir frá Fróðskaparsetri Føroya.
Í steðginum syngur Jógvan Andrias Joensen, og drekkamunnur verður at fáa. Minst til at hava egnan kopp við.



