Millum annað tað, segði Amalia í Frammistovu, bygdaráðsformaður úti í Kirkju í røðu síni, sum hon helt í samband við stóra dagin, tá samstarvið ímillum Magn. Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandferðsluna, SEV og Fugloyar Kommunu formliga varð sett í verk.
Úti í Fugloy høvdu tey gjørt nógv burturúr. Bygdarráðsformaðurin, Amalia í Frammistovu á Kirkju, næstformaðurin Símun Gullaksen í Hattarvík og Marit Christiansen høvdu fyrireikað hátíðarhaldið.
Niðanfyri er røða bygdarráðsformansins:
Góðan dag øll somul og vælkomin til Fugloy !
Í samband við íverksetan av formligari avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEV og Fugloyar kommunu um oljuveitingarskipan til øll húsarhald á Fugloynni, skal eg bjóða øllum hjartaliga vælkomin til henda merkisdag.
Í 1968 fingu vit el-veitingina uppá pláss og nú, 50 ár seinni, hava vit loksins fingið eina nøktandi oljuveitingarskipan uppá pláss.
Á útoyggj er gott at búgva og útoyggjafólk eru generelt sera tolsom. Á Fugloynni hava vit tey seinastu 50 árini baksa við tunnur og hóast man av og kann hugsa, at hetta er ein hugnaligur háttur at fáa hitan í húsini, so mugu vit ásanna, at dagurin í dag, kennist sum eitt stórt frambrot fyri oynna.
Ístaðin fyri, sum so mangan, at leypa á tí politisku skipanina, valdu vit at takað eitt gott samskiftið upp við Heilsu- og Innlendismálaráðið og saman finna eina góða, gevandi og hóskandi loysn fyri okkara oyggj. Heilsu- og Innlendismálaráðið við landsstýriskvinnuni á odda, vísti beinanvegin áhuga fyri at ganga ynskjum okkara á møti og hevur fyrisitingin samskipað avtaluna millum partarnar, avbera væl.
Vit eru somuleiðis sera takksom fyri gott og fyrimyndarligt samstarv millum allar partar, sum somuleiðis hava víst stóran áhuga og vilja, fyri at fáa hesa loysnina framda.
Eg skal enda við at takka Strandferðsluni, Magn, Sev og Heilsu- og Innlendismálaráðnum fyri vælvild og samstarv. Vónandi kann henda loysnin somuleiðis slóða fyri hóskandi loysnum viðvíkjandi oljuveiting til tær útoyggjar, sum enn ikki hava eina nøktandi skipan.
Eg skal vegna Fugloyar kommunu, takka tykkum øllum, sum eru komin her í dag, at gleðast um henda merkisdagin saman við okkum.
Takk fyri!







