Vit hava fingið matrestir frá handlunum í Klaksvík og vit hava gjørt ymsar rættir burturúr, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti
Slóða Fyri átakið hjá Klaksvíkar kommunu hevur hópin av tiltøkum á skrá. Eitt av hesum er sokallað Vit og skil máltíð, har fólk í felag gera mat burtur úr vørum , ið annars endaðu í ruskspannini.
Fitt av fólki høvdu leitað sær á Húsarhaldsskúlan. Tey uppmøttu høvdu egnan kopp, skeið go suppuskál við.
Norðlýsið fekk orðið á Jóhannu á Tjaldrafløtti, leiðara á Húsarhaldsskúla Føroya
– Vit hava fingið eina øgiliga rúgvu av vørum, eitt nú gularótum, eini 200 kilo, nógv súreplir, appelsinir og nógvar víndrúur, sum annars høvdu verið koyrt burtur, upplýsir Jóhanna.
Sí samrøðuna við Jóhonnu niðanfyri.



