Nú summarið av álvara er um at fáa fastatøkur á okkara bý og sólin stendur á svørin, er onki stuttligt at arbeiða innandura. Í 2004 gjørdu handlarnir bart!
Í august mánað 2004 rakti ein hitabylgja Klaksvík og Klaksvíkar handilsfelag gjørdi bart! – handlarnir hildu siesta.
Norðlýsið skrivaði um hetta:
Flestu handlarnir í Klaksvík stongja ídag frá kl. 13.00 til 16.00. Orsøkin er ógvusligi hitin í okkara verð. Júst nú sigur termometrið 22 gradir í skugganum.
Tað hevur verið ógvuliga heitt í Klaksvík seinastu dagarnar, og veðurmenninir hava lovað, at dagurin ídag skal vera hin heitasti.
Sigast má, at dagurin í øllum førum er byrjaður væl, tí í skrivandi stund vísir termometrið her í skugganum uppi á Hædd 22 gradir.
Ein 81 ára gamalu bóndi var inni á gólvinum á Norðlýsinum fyri løtu síðani og segði okkum, at hann ongantíð á ævi síni hevði upplivað slíkt. Eg sló í gras í gjár og koyrdi tað inn í morgun sum turt hoyggj.
Handlar í Klaksvík hava tikið avleiðingarnar av nógva hitanum og fara at stongja nú frá kl. 13, til teir lata upp aftur kl. 16.
Handlarnir, ið halda “siesta” eru hesir:
KA-KI, ALFA, EL-IN, Eilif Arge, Maskulin, Blitz Foto, Cheap, Lunell, Total, Lafemme og JH-Møblar.



