Í góðveðrinum í morgun skipaðu dagstovnarnir í Norðoyggjum fyri árliga barnafagnaðinum.
Barnafagnaðurin er fastur táttur hjá dagstovnunum, og í ár vóru evnini eitt sindur skiftandi frá stovni til stovn. Fleiri høvdu hildið fast við evnið úr júst farnu umhvørvisdøgunum, har sjóneykan varð sett á burturkast og endurnýtslu, ímeðan onkur annar stovnur hevði valt fótbólt sum sítt tema. Tilsamans gjørdi hetta barnafagnaðin júst so fjølbroyttan og litríkan, sum hann plagar at vera.
Sum siðvenja er, byrjaði barnafagnaðurin við skrúðgongu undir leiðslu av løgreglu- og sløkkiliðsbili. Skrúðgongan byrjaði við politistøðina á Sandinum, og haðani gingu børnini niðan á vøllin við Djúpumýru, har felagssangur og undirhald var á skránni.
Børnini sungu fyrst nakrar sangir sjálvir, áðrenn høvuðsnøvnini – Trøllapætur og omman, gjørdu innrás á vøllinum. Tey sungu og dansaðu í eina góða løtu, og so trein garrvilla trøllaommudidd brádliga eisini á pallin og setti sín eyka villa dám á konsertina.
At enda fingu øll børnini okkurt gott og kalt at drekka omaná gongutúrin og sangin, áðrenn øll fóru hvør til sítt aftur.






























