Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KvF í Posthúskjallaranum

Myndir: Dávur Winther

Í morgun og nakað út á seinnapartin hevur Sissal Kampmann frá Kringvarpinum verið í Posthúskjallaranum, har skráin og Norðoyastevnan annars hevur verið til viðgerðar.

Gestir í sendingin hava m.a. verið Beinir Johannesen, býráðslimur, sum setti Norðoyastevnuna og vísti á tað stóra sjálvboðna arbeiðið, sum verður lagt í Norðoyastevnuna frá nógvum síðum. Jógvan á Høvdanum var eisini á gátt og greiddi frá Norðoyastevnuteitinum, sum hann er partur av.

Beinta Gregersen, sum er leiðari á Atlantis og Steintór Rasmussen, sum fer at halda miðnáttarrøðuna í kvøld, greiddu frá teirra leikluti og hvat tey fara at vitja á Norðoyastevnu. Sama gjørdi Annika Waag frá Føroya Bjór, sum í ár eisini kann hátíðarhalda sín 130 ára føðingardag sum virki undir saman navni øll árini.

Klokkan 15 í dag letur upp Norðurlist 2018 í Posthúskjallaranum og tí var nógv stákan har undir sendingini, men bar tað tó væl til.

Øll vildu tey sleppa útaftur í góðveðrið uttanfyri og annars at njóta Norðoyastevnuna, sum hevur nógv ymiskt at bjóða.