Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Við kalvalínu eystur úr Skorini

Oliver Joensen

Mánakvøldið settu vit kalvalínu eystur úr Skorini. Veðrið var av tí allar besta og hartil var streymurin sera góður.

Avgjørt var, at vit skuldu lata línuna standa í 12 tímar, tí fóru vit morgunin eftir, sjálvandi sera spentir, at draga tær 5-6 línurnar vit høvdu sett. Spælið sum sæst á myndunum er okkara egna uppfinnilsi, og sigast skal at tað riggar sera væl.

Men, sum so mangan, tá vit seta kalvalínu, so var fongurin sera slunkin. Tvær brosmur og ein stór og góð longa.

Hetta er lívið, tá roynt verður eftir kalva. Hesi seinastu árini hevur sera lítið verið at fingið inni við av hesum virðismikla fiski. Vit hava frætt frá øðrum, sum hava sett inni við  her norðanfyri, at fiskiskapurin hevur verið um tað sama sum hjá okkum, tó hevur hepnast hjá onkrum at fingið kalva.

Men vit fingu ein fínan túr sunnanfyri í sólskininum týsdagin. Lidnir at draga og rekja línuna bleiv roynt við tráðu og snellu.

Ikki var nógv at fáa, einar 50 smáfiskar bleiv tað til, men tað hugaliga var, at hetta var rættur smáfiskur. Nú í fleiri ár, hevur ein at kalla bert fingið stóran tosk inni við land her á okkara snørisleið, men so var ikki týsdagin, bert góður smáfiskur. Helst boðar tað frá, at tað fer at bragda hjá útróðrarbátunum í heyst.

Hóast ongan kalva, so fekk eg nakrar myndir. Ein skúgvur var eftir tí vit koyrdu út. Hóast havhestarnir vóru fyrstir til agnið, so gekk væl hjá skúgvinum at fáa matin frá havhestunum. Skúgvurin hevur verið sera nógvur í tali eysturi á fjøllum og tí hevur sera lítið av heiðafugli at sæð. Eg var ein gongutúr niðan Kvígingaskarð og eystur eftir Oyrafjalli í Skúvadal og eystur á vøtnini fyri stuttum. Har var sera lítið av heiðafulgli  at síggja, bert onkur hendingur. Skúgvurin hevur fingið skuldina fyri støðuni har eysturi og fyri trimum árum síðani vóru einir 30 skotnir  og nakað tað sama í fjør, men framvegis er nógvur skúgvur eystanfyri. Aðrastaðni frá í Føroyum hoyri eg eisini um somu støðu hjá heiðafulginum, men har hava fólk fyri tað mesta hug at geva ravninum skuldina.

Men flottur er hann, skúgvurin, sí myndirnar niðanfyri.