Í skjølum frá Fiskimálaráðnum sæst at útveljingin av nevndarlimum til nevndina, sum skal avgera hvørjir persónar fáa menningarkvotir ókeypis frá landinum, varð gjørd eftir óformligar samrøður millum landsstýrismannin í Fiskimálum og leiðsluna í Fiskimálaráðnum.
Eisini var tað Høgni Hoydal sjálvur sum valdi fyrrverandi valevni hjá Tjóðveldi til Formann í nevndini og varaformannin.
Tann 6. Juni 2018
Gerð Rógvi Reinert aðalstjóri í Fiskimálaráðnum eitt skriv um setan av metingarnevnd í samband við Menningarkvotur 2018.
Í brævinum verður gjørt greitt at tað er Landsstýrismaðurin, sum sambært lógini útnevnir metingarnevndina og tað er Fiskimálaráðið sum tekur endaliga avgerð um innkomnar umsóknir um menningarkvotu eftir tilmæli frá metingarnevndini.
Norðlýsið hevur biðið um innlit í hvussu nevndarlimirnir vóru valdir og sambært Fiskimálaráðnum eru eingi fundarreferat ella telefonnotat gjørd tí eingir formellir fundir hava verið um útveljingina av nevndarlimum – talan er heldur um óformellar samrøður millum landsstýrismannin í fiskivinnumálum og leiðsluna í Fiskimálaráðnum.
…. eftir 9. Mai 2018, tá kunngerðin varð lýst, hevur landsstýrismaðurin viðgjørt spurningin um seta av nevnd, limum og varalimum. Viðgerðin er farin fram á fundum og í samrøðum serstakt millum landsstýrismannin og leiðsluna í Fiskimálaráðnum. Viðgerðin hevur verið grundað á ein heildarlista av fólki við starvroyndum, førleikum og útbúgving, ið kunnu setast í samband við tey krøv, ið nevnd eru í kunngerðini um metingarnevndina.
Undir viðgerðini hava umboð fyri Fiskimálaráðið – í telefon – sett seg í samand við fólk beinleiðis fyrispurningi u at gerast limur ella varalimur í nevndini.
Tann 5. Juni 2018 hevur Fiskimálaráðið fingið játtandi svar frá nevndar- og varalimum til nevndina. Sama dag leggur landsstýrismaðurin endaliga niðurstøðu í málið og skjalfestir avgerðina. Avgerð verður somuleiðis tikin um at skriva eitt bræv til einstøku limirnar, sum eina formliga fráboðan um valið…….
Gestur skal verða formaður.
Eftir at metingarnevndin er útvald verða nevndarlimirnir bodnir til fundar í Fiskimálaráðnum ( tann 8.juni) har, Høgni Hoydal, Rógvi Reinert, Heri Joensen og Hans Ellefsen eru við umboðandi ráði, umframt útnevndu nevdarlimirnir.
Landsstýrismaðurin tekur fyrst orðið: .… takkar fyri at limirnir játtaðu at gerast limir í nevndini. Skjóti upp, at Gestur Hovgaard verður formaður í nevndini og Ásmund Guðjónsson verður varaformaður. Varalimirnir skulu rokna við at gerast meira virknir enn varalimir vanliga eru…….
Landsstýrismaðurin minnir nevndarlimirnar á: ……at alment innlit ikki kann latast í vinnuligar trúðnaðarupplýsingar…… tilmælið má vera Fiskimálaráðnum í hendi skjótast til ber…..
Í fundarfrásøgnini stendur at nevndarlimur skjýtur upp at nevndarsamsýningin verður eitt fast gjald til nevndarlimirnar fyri hvørja umsókn, tí hesin leisturin verður brúktur í Granskingarráðnum. Hetta samtykkir Fiskimálaráðið at kanna nærri.



