Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Suðuroyingar eru yngst og mest lokalir

Jákup Ósá

Felagsliðið í bestu deildini er tað yngsta og mest lokala liðið í Betri Deildini, meðan stórur vøkstur er í ungdómsdeildini hjá FC Suðuroy, hvat virknum limum viðvíkur.

Hagtøl um TB/FCS/Royn 2018 í Betri Deildini 2018:

Stig: 11 stig í 14 umfør

Málmunur: 11-23

Stig móti topp 4: 0 stig

Stig móti botn 6: 11 stig

Úrtøka á heimavølli: 3 stig og málmunin 4-14 í 7 dystum

Úrtøka á útivølli: 8 stig og málmunin 7-9 í 7 dystum

Toppskjútti: Eirikur Ellendersen, Stefan Radosavljevic, Salmundur Bech og Búi Egilsson, 4 mál

Flest upplegg: Búi Egilsson 4, Isaac Shaze 2

Hildið málið reint: Tvær ferðir

Einki mál skorað: Nýggju ferðir

Brúktir leikarar: 17

Lægsta miðalaldur í Betri Deildini: TB/FCS/Royn

Mest lokalt í Betri Deildini: TB/FCS/Royn

 

 

Stórur vøkstur á kvinnusíðuni

Marghøllin hevur longu havt stóra ávirkan á fótbóltin í Vági. Tað sást serliga á kvinnusíðuni, har talið av íðkandi er vaksið frá 5 til 70 seinasta hálva árið. Eisini á mannfólkasíðuni er vøkstur.

 

 

Á jóansøku í kvøld vitjar oddaliðið HB í Vági í Betri Deildini. Dysturin byrjar kl. 18.30.