Um eina løtu byrjar dysturin, og ikki færri enn 50 KÍ-fjepparar eru savnaðir á Pergola Hotel, sum er í Mellieha – norðalaga á Malta.
Tey flestu hava tikið KÍ-klæðir við sær, eisini er okkurt flagg og annað.
Vit eru í øllum aldri – úr 8 upp um 60 – og ímillum okkum eru tveir, sum hava verið meistarar við besta mansliði hjá KÍ og ein, sum hevur verið meistari við besta kvinnuliði hjá KÍ.
Hýrurin er í topp, og vit eru øll sera spent.
KOYR Á KÍ!!!


