Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seks nýggir sjúkrarøktarfrøðingar avloysa á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Sára Bertholdsen

Nú hevur Klaksvíkar sjúkrahús fingið seks sjúkrarøktafrøðingar, sum avloysarar. Hesar seks kvinnurnar bera nú sjálvar ábyrgd, eru ný útlærdar og eru farnar at flúgva undir egnum veingjum. Hetta er nýtt fyri tær og samstundis sera spennandi og læruríkt.

 

Hetta er ein útbúgving, sum gevur tær eina rúgvu av møguleikum, tí møguleikarnir eru fleiri í tali. Tí nýtist tú ikki at lesa teg fastan innan eitt ávíst støði. 

 

Jóna Østerø er ein av sjúkrarøktarfrøðingunum. Hon hevur verið útlærd síðani januar 2017. Hon er ein teirra, sum byrjaði, sum avloysari á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað vóru fimm kvinnur, sum byrjaðu sum avloysarar mánadagin tann 2. juli, har ein teirra byrjaði nakað áðrenn.

 

“Mær dámar væl at arbeiða saman við fólki og at hava gott samstarv við tey. Men tað er ikki bert við míni starvsfólk eg vil hava gott samstarv við, tað er eisini við sjúklingarnar er arbeiði við” greiðir Jóna frá. 

 

At bera egna ábyrgd er sera umráðandi í tílíkum starvi. Tú ert noyddur til, at sjálvur føla teg fram og spyrja hvat og hvussu. Tí bendir tann fyrsta vikan øgiliga nógv á upplæring, tí ein kennir ikki staðið og mannagongdirnar. Tó kanst tú í høvuðsheitinum gera alt tað, sum ein sjúkrarøktarfrøðingur kann gera.

Ábyrgd er nakað, sum ein skal venja seg við. Jóna greiðir frá, at man lærir av teimum eldru og royndu. Tú stendur treytaleyst ikki við nøkrum einsamallur. 

 

At fáa fast starv á sjúkrahúsunum í Danmark er ikki ringt, men annaleiðis er í Føroyum. Av tí, at sambondini eru so smá, enn hvat tey eru niðri, eru tað ikki so nógv arbeiðspláss. Alsamt er tað ikki so øgiliga ringt at fáa starv sum sjúkrarøktarfrøðingur, bæði innanfyri sjúkrahús og røktarheim.

 

Jóna er longu á veg til næsta støði innanfyri arbeiðsmarknaðin. “Eg eri faktiskt í gongd við ein Kandidat í Curologi, tað er í sjúkrarøkt. Tað havi eg lisið í eitt ár, so eg eri komin hálva vegin.” Greiðir Jóna frá.