Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skal Kósavirkið veruliga biðja landið um loyvi at byggja út??

Herfrí Sørensen, býráðslimur í Klaksvíkar býráð

Sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð vil eg uppá tað harðasta mótmæla, at okkara núsitandi landsstýri ger lógir, sum forða fyri útbyggingum av okkara høvuðsvinnu, ið vit sum kommuna hava satsað uppá.

Fyri árum síðan, tá ið vónir vóru um eina komandi oljuvinnu her á landi, meldaði táverandi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan við Keldu, alment út, at Klaksvík ikki fór at meldað seg inn í kappingina um at verða partur av oljuvinnuni, men fór framhaldandi at satsa uppá fiskivinnuna.

Síðan hesa greiðu og skilagóðu útmelding, hevur Klaksvíkar kommuna, saman við øllum Norðoyggjum, ítøkiliga satsað upp á høvuðsvinnu okkara. Millum annað eru stórar íløgur gjørdar í ídnaðarøki, havnarløg og fyrstafloks veitingar til fiski- og alivinnuna. Og tað hevur eisini givið úrslit.

Samstundis valdi eitt nú Runavík at satsa upp á oljuvinnuna, meðan t.d. Havnin sum høvuðsstaður fær meir og meir av øllum teimum almennu íløgunum og arbeiðsplássunum.

Men hesi seinastu fáu árini hava vit havt eitt landsstýri, sum nú hevur megnað at fingið ígjøgnum Føroya Løgting eina fiskivinnunýskipan, sum onga virðing hevur fyri tí satsing, sum bæði kommuna, vinna og fakfeløg her í økinum hava gjørt á fiskivinnuøkinum.

Nú hoyrist frá fiskimálaráðharranum og hansara samsintu, at tey økini, sum hava gjørt stórar íløgur í fiskivinnuna og tí hava lutfalsliga nógva fiskivinnu í økinu, tey skulu nú missa burtur av sínum hart vunnu rættindum.

Stutt sagt heldur núsitandi landsstýri, at tað er ov nógv fiskivinna í kommunu okkara, og tí skulu vit nú missa burturav til onnur øki, sum ikki hava gjørt somu satsing sum vit.

Ja, enntá hoyrast landspolitiskar røddir siga, at nú skal Havnin, sum frammanundan hevur mestsum alt tað landsalmenna virksemið, eisini hava burtur av fiskivinnuarbeiðsplássunum.

Altso ætlar núsitandi landsstýri, at fiskivinnuarbeiðsplássini skulu flytast út Norðoyggjum og Eysturoynni til eitt nú Havnar, sum frammanundan er um at bresta av almennum virksemi!

Sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð vil eg uppá tað harðasta mótmæla hesi undirgraving av nøkrum, ið vit sum øki fult lógliga hava satsað uppá í fleiri áratíggjur. Hetta er undirgraving av tí virkis- og vágafýsni, sum okkara vinnufyritøkur hava víst, og fyri tí raðfesting, ið vit sum býráð hava gjørt.

Enntá er tað nú so galið, at okkara núsitandi landsstýri hevur gjørt lógir, sum forða fyri útbyggingum av Kósavirkinum, tí nýggja lógin krevur, at Kósin skal søkja tað almenna í høvuðsstaðnum um loyvi, áðrenn tað kann byggja út.

Eg øtist á tann hugburð, sum hetta ber boð um, at ein fræls vinna sum okkara, sum í fleiri mansaldrar hevur bygt og ment seg upp til tað, hon er í dag, nú skal koma krúpandi á knøunum til eina sentralstýrda umsiting og spyrja um loyvi til at byggja og menna seg víðari.

Tað er veruliga óhugnaligt at staðfesta, hvussu skjótt og hvussu langt tann skeiva vegin henda gongd er sloppin at fara. Í grundini hevur hetta hent so skjótt, at ein í veruleikanum ikki veit, hvat ein skal siga.

Eg trúgvi t.d. ikki, at nakar hevði trúð mær, um eg fyri 5 árum síðan hevði sagt, at um 5 ár fer Hanus Hansen, stjóri á Kósini, at noyðast at søkja Føroya Landsstýri um loyvi at byggja sítt egna virki út! Men so galið er tað nú blivið, og tað ringasta er, at mótmælini næstan ikki hoyrast longur.

Neyvan eri eg tann einasti persónurin her á landi, ið stúrir fyri víðari gongdini, um tey, sum nú ráða fyri borgum, sleppa at halda fram við hesum, eftir mínum tykki, skilaleysa politikki, sum skjótt fer at binda alla okkara, áður so frælsu, vinnu niður, so hon má senda umsóknir til landið, hvørja ferð hon ætlar nakað nýtt og framtakshugað.

Eg stúri nógv fyri hesi ræðandi gongd, og tí mótmæli eg sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð, at Hanus Hansen, stjóri á Kósini, skal vera noyddur at spyrja landsumsitingina um loyvi til at byggja sítt egna virki út, og at hann nú hevur sitið í fleiri mánaðir og bíðað eftir svari upp á sína umsókn.

Hvat verður tað næsta?? Skulu vit ikki steðga hesum, so vit aftur kunnu fáa eina frælsa vinnu her á landi?

 

Klaksvík, 5. juli 2018

Herfrí Sørensen, býráðslimur í Klaksvíkar býráð