Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Neyvan vandi fyri dystinum

Jákup Ósá

Sum skilst er ikki uppá tal, at dysturin millum KÍ og Zalgiris verður avlýstur, tí Zalgiris ikki kemur til Føroyar til tíðina.

In.fo skrivaði fyrr í dag, at hópurin hjá Zalgiris liggur veðurfastur í Kastrup, tí SAS hevur avlýst túr til Føroyar vegna mjørka. Sambært keldum hjá Norðlýsinum, so er tó ikki vandi fyri, at dysturin verður avlýstur og at KÍ møgulga vinnur uttan dyst. Arbeitt verður við ymiskum loysnum og alt bendur á, at Zalgiris hópurin er komin til landið væl áðrenn kl. 17.00 í morgin, tá dysturin skal leikast í Gundadali. Tá talan er um floglíkindir, so kemur hetta undir umstøður, sum Zalgiris ikki ræður yvir, og tí eru ikki so strangir reglar frá UEFA fyri at møta til allar ásettu tíðir, tá slíkar umstøður spæla inn. Í Føroyum hava vit dømi um, at HB hevur vunnið seg víðari í Europa kapping, tí mótstøðuliðið ikki hevur fingið lent vegna mjørka.

 

Tí bendur alt á, at KÍ-Zalgiris spæla í Gundadali í morgin kl. 17.00.