Í morgin byrjar ársins G!Festvalur – ein dag fyrr enn vanligt. Hesaferð er hann í 4 dagar.
Hesar 4 dagarnar fer ættin at vera ímillum vestan og sunnan. Tað sær ikki út til at nakað illveður fer at seta sín dám á G!Festival í ár.
Veðrið sett upp dag fyri dag, sum tað sær út í løtuni:
Mikudag: Útsynningur, 5 m/s ella minni, skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin fer at liggja ímillum 10 og 12 stig.
Hósdag: Útsynningur-sunnan, 3 til 8 m/s, og líka sum mikudagin verður skýggjað og fyri tað mesta turt og sami hiti, 10 til 12 stig.
Fríggjadag: Næstan tað sama sum teir fyrru dagarnir. 3 til 8 m/s úr suðuri, men seint á kvøldið veksur vindurin eitt sindur, upp í 8 til 13 m/s úr útsynningi. Skýggjað veður allan dagin, og okkurt ælið í støðum.
Leygardag: Leygarnáttin veksur vindurin eitt sindur, og vit kunnu vænta avfall úr einari hitabrúgv, sum er komin vestaneftir. Leygardagurin fer við útsynningi, 5 til 10 m/s, loftið verður skýggjað, og eftir at hitabrúgvin er farin framvið, verða tað bert spjaddir ælingar. Hitin leygardagin fer at liggja ímillum 10 og 13 stig.



