Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rag’n’Bone Man koyrdi stemningin upp í top

Sára Bertholdsen og Minna W. Sjóstein

Strondin í Syðrugøtu var proppað av fólki, tá Rag’n’Bone Man spældi síni kendu løg. Har var ein rúgva av ungdómi, men tó eisini fleiri vaksin, sum hoppaðu til løgini hjá kenda sangarinum. Stemningurin var heilt uppi í top.

Tey flestu fólkini stóðu niðri á sandinum, har fleiri eisini stóðu á vegnum omanfyri. Á vegnum var ein stórskíggi, har eisini var víst á konsertina. 


Rag’n’Bone Man spældi sjálvandi nøkur av sínum kendanstu løgum sum “Human”, “Skin” og “Grace”.  

Av tí, at veðrið var av tí allarbesta, gjørdi tað, at hýrið á fólkinum var fantastiskt.