Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur kært TB/FCS/Royn í 1.deild

Jákup Ósá

Oddaliðið KÍ metir, at TB/FCS/Royn brúkti ólógligan leikara í seinasta dystinum áðrenn summarsteðgin.

Talan er um liðskiparan á besta liðnum hjá TB/FCS/Royn, Teit Olsen, sum spældi við næstbesta liðnum móti KÍ tann 30. juni. TB/FCS/Royn vann dystin 2-1. Teitur Olsen hevði 7 dagar frammanundan sitið yvir í bestu deildini vegna leikbann fyri ov mong gul kort. KÍ vísir á, at hann ikki hevur sitið yvir ein dyst sum lógligur leikari í 1.deild.

 

Málið er í løtuni í aganevndini. KÍ er oddalið í 1.deild, fimm stig frammanfyri ÍF á 2. plássi.