Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kvotabaronar í Vestmanna fingu 52% av útlutaða tilfeinginum frá landsstýrismanninum

John William Joensen

Somu persónar sum seldu fimm skip til Klaksvíkar fyri umleið 120 milliónir krónur fyri fáum árum síðan, fingu í gjár 52% av tilfeinginum, sum útlutað var av sum ókeypis kvota í gjár.

Sambært yvirlitið frá Fiskimálaráðnum yvir feløg sum í gjár fingu tilluta kvotur frá landsstýrinum endaðu 52 % hjá somu persónum í Vestmanna. 
 
Í yvirlitinum frá fiskimálaráðnum, sum formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, vísti fram á tíðindafundi stendur svat uppá hvítt at Jókin hevur fingið 8.800 tons og Vestmanna Fiskavirkið 16565 tons = 8800+16565= 25365 tons av 48164 = 52,6%.