Kært barn har mange navne. Málkønir siga, at tað eitur “horngeil”, onkustaðni eitur tað “kombikk” og helst hava tey eitthvørt annað navn aðrastaðni í landinum.
Men saman við Tórða Mikkelsen frá Kringvarpinum, vóru vit í morgun úti í Taravíki og á Núpinum og fangaðu “hongeil”, sum vit plagdu siga sum børn.
Hesin evarska lítli fiskurin er sera høgt í metum hjá børnunum, tí hevur Føroya Sjómannadagur á hvørjum ári havt tey við í “Livandi fiskar” framsýningini.
Hongeilini eru nú klár at seta út í kør, men tað verður ikki gjørt fyrr enn tíðliga í morgin leygardagin, tá stóru Sjómannadagurin er.
Her nakrar myndir frá túrinum hjá okkum.




































