Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torravikan: Áhugaverd framsýning í Smæruni

John William Joensen

– Um tú ikki tekur plátuna av so tveiti eg baði teg og plátuna út gjøgnum hurðina, vóru boðini frá papanum tá Poul Havn kom aftur úr Onglandi við einari gramofon plátu við Little Richard.

– Um tú ikki tekur plátuna av so tveiti eg baði teg og plátuna út gjøgnum hurðina, vóru boðini frá papanum tá Poul Havn kom aftur úr Onglandi við einari gramofon plátu við Little Richard.

Smæran – Felagið fyri eldri 60+ fer at skipa fyri eini framsýning við gomlum myndum og Klaksvík. Eisini myndir frá posthús-umhvørvinum, sum skjótt kann tykjast søga. Í hesum viðfangi hava vit vitjað Poul Havn, sum fer at gera eina framsýning við gomlum útvarpstólum, hann hevur savnað gjøgnum árini. Og best av øllum, hann hevur umvælt øll tólini, so øll virka. Tað elsta teirra er frá seint í 30-unum. Tá ið við vóru á gátt, spældi hann á eina gamla grammofon, sum skuldi vindast í gongd. Undir hørðu nálini, sum gav nógv ljóð frá sær, lá Little Richard við Tutti Frutti. Ein pláta, sum Poul hevði keypt í 1957 í Bretlandi. Pápin helt, at plátan helt so nógvan gang, at um Poul ikki tók plátuna av, sum skuldu bæði Poul og plátan út gjøgnum hurðina, greiddi Poul Havn frá við einum smíli.

Jóannes Niclasen, sum eigur eitt stórt savn við gomlum myndum ferð at sýna nakrar av myndum sínum fram.

Framsýningin hjá Smæruni, sum verður í hølum teirra í kjallaranum í Sambýlinum á Heygnum verður opin hós- og fríggjadag kl. 16 – 20 og leygardag kl. 13 – 18.

Poul Havn hevur í mong ár savna saman ymisk áhugaverd ting. Mest kendur er hann fyri motorsúklurnar Adler frá 1954 við 200 cc, 2 cl og Royal Enfield Bullet 500 cc., 1 cl.

Men hann eigur ikki einans veteran motorsúklur tí gjøgnum árini hevur hann savna saman gomul radio, bandspælarar, grammofon og ymiskt annað.

Í samband við Torravikuna verður savnið sýnt fram í Smæruni í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum. Skrá fyri Torravikuna verður í Norðlýsinum sum verður sent í hvørt hús tann 13. februar.

Sí video har Poul Havn greiður frá